Liðvenjing

Eg bjóði eisini liðvenjing til tykkum, ið heldur vilja hava tað, eisini ber til hjá bólkum, eitt nú arbeiðsplássum, vinfólkum, familu ella øðrum at fáa bólkavenjing saman.

Eg kann garantera tykkum, at tit tapa tykkum og fáa eina betri heilsu. Eg eri hjá tykkum  frá tí tit koma til tit fara.

Eg tryggi at tit hita rætt upp og brúka rættan teknikk, hetta so at venjingin er trygg. Tað einasta tit skulu gera, er at gera sum tit verða vegleidd ?

Eg rágevi eisini um ítrótt og heilsu.

Til hvørja venjing kunni eg um nýggja vísund, vitan innan heilsu, ella vit taka spurningar, um ítrótt, heilsu og mat.

Tað vera í mesta lagi 12 á hvørjum liði, so vit fáa eitt gott samsjóða lið, ið venur trygt, væl upphitaði og við røttu menningini, frá byrjan til enda.

Eg veiti tykkum professionella vegleiðing frá byrjan til enda.

Stað

Venjingin fer fram í Yndi, har eru góðar venjingarumstøður, parkeringsviðurskifti, brúsir og har er heitt og fjálgt at koma. Er tørvur á at keyp inn, ber tað eisini til, tí har er handil í kjallarinum

Bólkar

  • Eru tit í mesta lagi 12 fólk?
  • Ynskja tit at venja?
  • Ynskja tit at venja saman?
  • Ynskja tit at avgera nær tit venja?
  • Ynskja tit at vita meiri um venjing, heilsu, kaloriur, forbrenning osfr?

So kann eg bjóða:

  • At samanseta venjing ið hóðskar til tykkara støði og mál
  • at tryggja røttu upphitingina, vegleiga, rætta teknikk og vera hjá tykkum & stýra venjingini.
  • at motivera tykkum

Set liðið saman, og tit avgerða sjálvi nær tit venja (treyta av at tíðin tøk)

Er tú einstaklingur og kundi hugsa tær at verði ein partur av liðvenjing? So melda teg til sum einstakling, eitt nú á fyrireikaðu liðinum, mánadag, mikudag og fríggjadag. Kl 15.00 ella kl 16,30.

Talan verður um eina ferð, har tann einstaki verur mentur fysiskt og fær eitt innlit í ítrótt og heilsu.

Vit stremba eftir, at tú fert at liva eitt heilsugott lív, har natúrlig ballansa er millum tað søta og tað sunna.

Orð sum samanhald, menning, tryggleiki, venjing, kunning og vegleiðing eru lyklaorð.