Frá dreymi til mál til veruleika

Eg kann hjálpa tær frá dreymi til mál til veruleika, við mínari vitan, royndum og orku

  • Kundi tú hugsað tær at byrjað at vant?
  • Torført at taka teg saman?
  • Manglar motivatiónin?
  • Eru tit par, ella par + barn/børn, sum ynskja at venja saman? Samanhald styrkir!

Dømi um ”mál” kundi verði at lætna, meiri styrki, størri musklar, ella bert eitt sunnari lív.

Tú er vælkomin at taka eitt óbindandi og ókeypis prát um títt mál.

 

Mín Persónliga Venjing fevnir 5 punkt:

  1. Seta saman program, ið hóskar til títt støði, mál og ynski um venjingarhátt
  2. Vera hjá tær til venjingarnar, vegleiða og motivera teg.
  3. Tryggja at programmið er trygt og at tú gert rørslurnar rætt
  4. Stremba eftir, at tú er motiverað/ur at náa tínum máli
  5. Vegleiða til ein sunnari lívsstíl gjøgnum rættan mat og góðar matvanar

Prísir

Prísir eru tengdir at:

  • Nær á degnum venjingin er
  • Hvussu nógv tit eru (næsti rindar ikki fullan prís osfr) T.d. kunnu pør/vinir og møgulig børn venja saman. Tað kann verða ein stórur fyrimunir at venja saman og stuðla hvørjum øðrum. Samanhald styrkir!
  • Er tú pensiónist
  • Hvar venja vit (heima hjá tær, hjá mær ella í Yndifitness)
  • Hvussu leingi vil tú/tit binda teg/tykkum

Alt eftir hvat málið er, verður regluliga tikið samanum, og royndir tiknar, fyri at tryggja at vit eru á rættari kós.

Ynskir tú eina meiri varliga byrjan, komi eg gjarna heim tíl tín/tykkum. Har kunnu vit so avtala eina framferð, t.d. har vit venja meiri funktionelt, t.d. úti ella heima hjá tær.

Minnst til at fyrsta prátið er óbindandi og ókeypis ☺.