Skipað verður fyri liðvenjing í inniróðri. 21 á hvørjum liði. Rógvingin fer fram í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag. Tað eru ymiskar venjingartíðir.

Um venjingina

  • Venjingarnar eru settar saman, so tú venur bæði úthaldni, styrki og kondisjón.
  • Venjingarnar eru ymiskar hvørja viku. Havi í fleiri ár roynt hetta við at rógva somu venjingar, við tí fyri eyga at tú alla tíðina kann royna at betra um tíðirnar, men samstundis havi eg sæð nógv detta frá, tí tað gerst ov einstátta og keðiligt.
    Um ein skal fáa sum mest burturúr venjing er umráðandi at ein venur  regluligt/støðugt.
  • Vant verður tvær fer um vikuna. Vanliga er fyrra venjingin í vikuni eitt sindur longri intervallir og seinna við styttri intervallum + styrkivenjing.

Venjingartíðir

  • Reytt lið, mánadag og hósdag 06:00 – 06:45
  • Gult lið, PENSIONISTAR, mánadag og hósdag 09:00 – 09:45
  • Grønt lið, mánadag og hósdag 12:00 – 12:45
  • Blátt lið, mánadag og hósdag 16:15 – 17:00
  • Lilla lið, týsdag og fríggjadag 06:00 – 06:45
  • Appilsin lið, týsdag og fríggjadag 12:00 – 12:45
  • Grátt lið, týsdag og fríggjadag 16:15 – 17:00
Venjingartíðir

Ver við!

Send ein teldupost til post@toni.fo ella skriva til mín á Facebook: Toni Dam, persónligur venjari & kostráðgevi

Send mær ein teldupost
Skriva til mín á Facebook