1 venjing
500 kr
Vit fara gjøgnum vanligar basis venjingar/rørslur har eg greiði frá um teknikk, vøddar tú nýtir og hvat er mest umráðandi við einstøku rørslunum (key-points). Gott til tey ið hava vant fyrr, men bert nýtast eina uppfrísking.
Eru tit tvey/tveir kunnu tit deila kostnaðin!
5 venjingar
2.375 kr
Nógv tað sama sum í nr 1, men tú vil tryggja teg eitt sindur betri, at rætt verður fari fram. Tú hevur eitt sindur av royndum. Motivatiónin og disciplin feilar tó einki. Deilt eftir nærri avtalu.
Eru tit tvey/tveir kunnu tit deila kostnaðin!
10 venjingar
4.500 kr
Tú fær varitión í venjingina, har tað er tíð at taka aðrar/alternativar venjingar við í venjingina. Kann t.d. setast upp yvir 8 vikur, har vit venja saman hvørja ferð í byrjanini og síðan aðru ella triðju hvørju ferð, seinni. Alt eftir hvat hóðskar tær best.
Deilt eftrir avtalu, t.d. 5 – 7 vikur
Eru tit tvey/tveir kunnu tit deila kostnaðin!
20 venjingar
8.500 kr *íroknað limahald
Ein góð og trygg byrjan. Byggir á nr 1, 2 og 3, og harafturat hevur tú forstáilsi fyri forbrenning og hvat ein sunnur lívsstílur, við pláss til bæði venjing og tað søta, merkir. Alt við máta.
Tímarnir kunnu t.d. deilast yvir 2 – 3 mðn.
Eru tit tvey/tveir kunnu tit deila kostnaðin!
30 venjingar
12.000 kr *íroknað limahald
Alt frá 1, 2, 3 og 4, + eitt sindur afturat. Við 30 tímum er tú væl ávegis við einum nýggjum lívsstíli. Tú kennir programm, teknikk, vøddar/funktiónir osfr. Tú hevur innlit í forbrenning og mati. Samstundis er tú førur fyri, við tí vitan tú hevur fingið, sjálvur at finna programm, alternativar rørðslur og er førur fyri at kunna halda fram framyvir.
Tímarnir kunnu t.d. deilast yvir 3 – 4 mðn.
Eru tit tvey/tveir kunnu tit deila kostnaðin!
Hvussu ofta vant verður, og nær, verður avtalað. Tó ikki hóðskandi at venja minni enn tvær ferð um vikuna.
Avtalan kann altíð broytast/tillagast loypandi, um tørvur er á tí.
Eru tit tvey/tveir kunnu tit deila kostnaðin!. Samanhald styrkir!
Minnst til at fyrsta prátið er óbindandi og ókeypis.
Alt við máta
Ein sunnur lívsstílur hevur pláss til bæði tað søta og sunna.
Kundi tú hugsað tær
- at byrjað at vant?
- Torført at taka teg saman?
- Manglar motivatiónin?
- Eru tit par, ella par + barn/børn, sum ynskja at venja saman? Samanhald styrkir!
Dømi um ”mál” kundi verði at lætna, meiri styrki, størri musklar, ella bert eitt sunnari lív.
Tú er vælkomin at taka eitt óbindandi og ókeypis prát um títt mál.
Mín Persónliga Venjing fevnir 5 punkt:
- Seta saman program, ið hóskar til títt støði, mál og ynski um venjingarhátt
- Vera hjá tær til venjingarnar, vegleiða og motivera teg.
- Tryggja at programmið er trygt og at tú gert rørslurnar rætt
- Stremba eftir, at tú er motiverað/ur at náa tínum máli
- Vegleiða til ein sunnari lívsstíl gjøgnum rættan mat og góðar matvanar