Eitt sindur um ítróttarleiðina í mínum lívið
Eg byrjaði at venja styrkivenjing sum 5-6 ára gamal. Seinni sum so nógv onnur bleiv tað til fótbólt og hondbólt.
20 ára gamal byrjaði eg í donsku verjuni. Eftir bert 3 mánaðum var eg úttikin til Sergent skúla. Stutt eftir kom eg á danska landsliðið í 5-kamp. Eisini havi eg verið á aspirant skeið í Jægerkorpset tvær reisur. Kom síðan á danska landsliðið í rifluskjóting.
Byrjaði síðan karate, har eg havi svart beltið og var m.a. við til DM har eg bleiv nr 4.
Innandura rógving hevur fylt nógv seinastu 5-6 árini . Eg havi vunnið m.a. EM gull og silvur, HM silvur, DM silvur og fleiri føroysk gull, silvur og bronsu heiðursmerki. EG havi roynt aðrar ítróttar greinar eisini, men tó a lægri støði.
Ítróttur og heilsa hevur altíð haft mín heilt stóra áhuga. Tí tók eg í summar (2018) avgerð um at hetta skuldi gerast mín yrkisleið. Í dag eri eg so EuropeActive international góðkendur (EREPS 4) persónligur venjari og fitness instruktør. Harumframt havi eg loyvisprógv sum kostráðgevi.